




Øll finna røttu skjølini
– fyrstu ferð tey royna!
Brúkaravinarligasta skipanin til handfaring av skjølum innan byggivinnuna. Øll hava lætt við at gera tað rætt - fyrstu ferð. Ongin manglar vitan og øll hava tað røttu vitanina.
iBinder Útbjóðing ger tað eins lætt at fáa tilboð frá hundrað tilboðsgevarum, sum frá einum. Við fleiri tilboðum fært tú eitt meira álítandi svar og eisini betri prísir.
Allar mannagongdir og skjøl í sambandi vi rakstur, savnaði eitt og sama stað og ikki í hundrað ymsum ringbindum.
Við iBinder Verkætlan fært tú eitt amboð, ið ger handfaran av øllum skjølum einfalt og trygt. Skipanin er uppbygd á sama einfalda hátt og við sama logikki, sum eitt vanligt ringbind. Øll skilja og kunnu brúka skipanina beinanvegin, uttan frammanundan at skulla vita eina rúgvu um teldutøkni.
iBinder Verkætlan hevur øll amboð sum krevjast fyri at handfara sjálvt tær mest fløkjasligu verkætlanirnar. Samstundis er sniðgeving og prísir so einfalt, at iBinder er sera vælegnað til sjálvt heilt smáar verkætlanir. Prísurin byggir á støddina av verkætlanini - uttan mun til hvussu nógvir brúkarar hava atgongd, ella hvussu nógv skjøl vera løgd inn.
iBinder Útbjóðing merkir at tú lættliga kanst innheinta tilboð frá fleiri tilboðsgevarum, fáa meira álítandi svar og harvið eisini ein betur prís. Skipanin er bygd á einfalda bygnaðin í einum klassiskum tingbindi, samansett við talgilda tøkni, sum harvið ger tað lætt af deila og uppdatera.
iBinder Útbjóðing ger tað eins lætt at fáa prísir inn frá einum, sum frá 100 tilboðsgevarum. Øll skjøl í útbjóðingini vera sjálvandi deild til allar partar samstundis. Vera nýggj skjøl løgd inn, kann uppdateringing sendast til øll, við einum knøtti. Ein annar stórur fyrimunum er eisini, at tilboðsgevarar kunnu seta spurningar gjøgnum skipanina og at øll beinanvegin hava atgongd til allar spurningar (dulnevnt). Hetta tryggjar at allir tilboðsgevarar hava skilt útbjóðingartilfarið á sama hátt.
iBinder Rakstur ger raktsur og aðra umsiting av bygningum einklari, tryggari og munadyggari. Skipanin gevur øllum atgongd til somu kunning og vitan, á einum og sama staði. Alt er savnað online.
Øll kunning er flokkað og skipað sambært rættindum og ábyrgd hjá brúkaranum. Hetta ger, at øll kunning er greið og týðulig at hava við at gera og hetta gevur trygd og effektivitet í raksturin. Ein innbygdur viewari gevur beinleiðis atgongd til skjølini eins og ein ávaringarskipan tryggjar at ongar uppgávur vera gloymdar.
Hevur tú trupulleikar, ella bara spurningar til skipanina? Okkara dugnaligu starvsfólk í support sita klár at hjálpa tær!
Hevur tú tosað við ein av okkum, men gloymt navnið? Ring til høvuðsnummarið og lat okkum hjálpa tær.
Vilt tú heldur skriva spurningin til okkara, hevur tú møguleika fyri at skriva til okkara í niðasta vinstra horni.
Um tú vilt seta teg í samband við rætta sølumannin, ella bara vilt í samband við okkum, kanst tú gera tað her.
Her sært tú okkara best umtóktu vegleiðandi filmar...
Log på…men bíða! Her er meira - hygg at okkara vegleiðingum.