Verkætlanir

Brúkaravinarligasta skipanin til handfaring av skjølum innan byggivinnuna. Øll hava lætt við at gera tað rætt - fyrstu ferð. Ongin manglar vitan og øll hava tað røttu vitanina.


Útbjóðing

iBinder Útbjóðing ger tað eins lætt at fáa tilboð frá hundrað tilboðsgevarum, sum frá einum. Við fleiri tilboðum fært tú eitt meira álítandi svar og eisini betri prísir.


Rakstur

Allar mannagongdir og skjøl í sambandi vi rakstur, savnaði eitt og sama stað og ikki í hundrað ymsum ringbindum.


 
 

Einføld handfaran av skjølum

Við iBinder Verkætlan fært tú eitt amboð, ið ger handfaran av øllum skjølum einfalt og trygt. Skipanin er uppbygd á sama einfalda hátt og við sama logikki, sum eitt vanligt ringbind. Øll skilja og kunnu brúka skipanina beinanvegin, uttan frammanundan at skulla vita eina rúgvu um teldutøkni.


Til Føroya størstu og minstu verkætlanir

iBinder Verkætlan hevur øll amboð sum krevjast fyri at handfara sjálvt tær mest fløkjasligu verkætlanirnar. Samstundis er sniðgeving og prísir so einfalt, at iBinder er sera vælegnað til sjálvt heilt smáar verkætlanir. Prísurin byggir á støddina av verkætlanini - uttan mun til hvussu nógvir brúkarar hava atgongd, ella hvussu nógv skjøl vera løgd inn.


Nakrir av fyrimununum

  • Lítil og ongin upplæringartíð
  • Brúkaravinarligasta skipanin til handfaring av skjølum
  • Koyrir í tykkara verandi KT umhvørvi - krevur bert ein kaga
  • Sjálvvirkandi fráboðan tá nýggj skjøl koma inn
  • Innbygdur viewari, sum vísir øll vanlig sløg av skjølum
  • Ókeypis support til øll


Royn ókeypis!
 

Einføld útbjóðing

iBinder Útbjóðing merkir at tú lættliga kanst innheinta tilboð frá fleiri tilboðsgevarum, fáa meira álítandi svar og harvið eisini ein betur prís. Skipanin er bygd á einfalda bygnaðin í einum klassiskum tingbindi, samansett við talgilda tøkni, sum harvið ger tað lætt af deila og uppdatera.


Einføld útbjóðing

iBinder Útbjóðing ger tað eins lætt at fáa prísir inn frá einum, sum frá 100 tilboðsgevarum. Øll skjøl í útbjóðingini vera sjálvandi deild til allar partar samstundis. Vera nýggj skjøl løgd inn, kann uppdateringing sendast til øll, við einum knøtti. Ein annar stórur fyrimunum er eisini, at tilboðsgevarar kunnu seta spurningar gjøgnum skipanina og at øll beinanvegin hava atgongd til allar spurningar (dulnevnt). Hetta tryggjar at allir tilboðsgevarar hava skilt útbjóðingartilfarið á sama hátt.


Nakrir av fyrimununum

  • Lítil og ongin upplæring
  • Einfalt at brúka - krevur ongar undanfarnar royndir
  • Sparir pening, tíð og pappír
  • Koyrir í tykkara verandi KT skipan - krevur bert ein kaga
  • Sjálvvirkandi fráboðan tá okkurt nýtt hendir
  • Fullur trúnaður
  • Ókeypis support til øll


Royn ókeypis!
 

Einfaldur rakstur

iBinder Rakstur ger raktsur og aðra umsiting av bygningum einklari, tryggari og munadyggari. Skipanin gevur øllum atgongd til somu kunning og vitan, á einum og sama staði. Alt er savnað online.


Bygt á einfaldni

Øll kunning er flokkað og skipað sambært rættindum og ábyrgd hjá brúkaranum. Hetta ger, at øll kunning er greið og týðulig at hava við at gera og hetta gevur trygd og effektivitet í raksturin. Ein innbygdur viewari gevur beinleiðis atgongd til skjølini eins og ein ávaringarskipan tryggjar at ongar uppgávur vera gloymdar.


Nakrir av fyrimununum

  • Einfalt at brúka - krevur onga undanfarna vitan
  • Lítil og ongin upplæring
  • Einfaldir prísir, grundaðir á víddina av bygningunum
  • Sparir pening, tíð og pappír
  • Koyrir í tykkara núverandi KT umhvørvi - krevur bert ein kaga
  • Ókeypis support til øll


Royn ókeypis!

Vit síggja fram til at tosa við teg!

Hevur tú trupulleikar, ella bara spurningar til skipanina? Okkara dugnaligu starvsfólk í support sita klár at hjálpa tær!

Hevur tú tosað við ein av okkum, men gloymt navnið? Ring til høvuðsnummarið og lat okkum hjálpa tær.

Umstilling

Vilt tú heldur skriva spurningin til okkara, hevur tú møguleika fyri at skriva til okkara í niðasta vinstra horni.

Um tú vilt seta teg í samband við rætta sølumannin, ella bara vilt í samband við okkum, kanst tú gera tað her.


Samband

Filmar

Her sært tú okkara best umtóktu vegleiðandi filmar...

  Opret et udbud
  Udgiv et udbud
  Opret tilmeldingslink
  Tilmelding til udbud via link
  Upload prækval. Ansøgning
  Upload et tilbud

…men bíða! Her er meira - hygg at okkara vegleiðingum.


Fleiri filmar

Sjálvandi er tað týdningarmikið at hava hjálpina við hondina. Á hesi síðuni finnur tú stuttar og greiðar filmar, sum vísa hvussu ymsir partar av skipanini verða brúktar. Vilt tú heldur lesa teg til hjálpina, kanst tú fara til "PDF vegleiðingarnar".

Opret et udbud


Udgiv et udbud


Opret tilmeldingslink


Tilmelding til udbud via link


Upload prækval. Ansøgning


Upload et tilbud


Høvuðsskrivstova
Support
Bókhald
Øll A til Ø